У нас вы можете посмотреть бесплатно Harkaliðið - Flóvin Bænadiktson или скачать в максимальном доступном качестве, видео которое было загружено на ютуб. Для загрузки выберите вариант из формы ниже:
Если кнопки скачивания не
загрузились
НАЖМИТЕ ЗДЕСЬ или обновите страницу
Если возникают проблемы со скачиванием видео, пожалуйста напишите в поддержку по адресу внизу
страницы.
Спасибо за использование сервиса ClipSaver.ru
1. Árla var um morgunin, roðar fyri sól: Marita snúðist av hallini út við fylgismoyggjar tólv. Niðurlag: Lat meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa. 2. Marita snúðist av hallini út við fylgismoyggjar sínar, Møtti henni Flóvin Bænadiktsson undir so grønar líðar. 3. Tað var Flóvin Bænadiktsson hann tók hana í sín favn: “Gud fyriláti tær, søtan mín, tú lovaðist øðrum manni!” 4. “Faðir og móðir meg burt góvu, so mínir frændur fleiri, tá kom sorgin í mítt bróst og ikki gleðin meiri. 5. “Hoyr tú, frúgvin Marita, lætta av angist og trega! eg skal sláa Hermann í hel og med teg av landi draga. 6. “Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson, tað er ikki við mín vilja! tann sami Gud os saman kom, hann kann os best at skilja.” 7. Marita snúðist haðan burt í tí sama orði, hon kom ikki fyrr til hallar heim, enn Hermann sat yvir borði. 8: “Hoyr tú, frúgvin Marita, hví hava tíni eygu so runnið? tú hevur verið við kirkju í dag, og Flóvan hevur tú funnið.” 9. “Eg var meg við kirkju í dag, men Flóvan ikki fann, har misti eg mínar gullringar burt og so mítt reyðargullband. 10. Hoyr tað, harra Hermann, hvat eg beri fyri brósti: vegin er mín sæli faðir, forðum drongur treystur!” 11. “Hoyr tú, frúgvin Marita, lætta av angist og trega! eg skal ríða á markir út hans banamann at vega.” 12. Tann onnur píl, í skóginum var skotin, hon var skotin av treysti, hon fleyg fyri harra Hermanns bróst, hann fell av sínum hesti. 13. Svaraði harra Hermann, hann fell av hesti sínum: “Harra Gud faðir av himmiríki heilsi mær Maritu míni! 14 Harra Gud faðir av himmiríki heilsi mær Maritu míni! bæði væl og høviskliga behaldi hon ævi sína!” 15. Gevið ljóð og lýðið á! eg kvøði sum eg kann: syrgilig bóru tey boðini fyri Maritu fram. 16 Frætti tað Flóvin Bænadiktsson, hann sat í búnum talvi: deyður er harra Hermann, so reystur drongur av alvi. 17. Tað var Flóvin Bænadiktsson, hann sópaði talvið saman, biður gott fyri riddarans sál, helsti var hann gamal. 18. “Saðlum várar hestarnar, og ríðið undir oy! nú skal festa einkjuna, eg fekk hana ikki moy! 19. Saðlum várar hestarnar, ríðið gjøgnum lund! nú skal festa einkuna tað hitt væna sprund.” 20. Flóvin býður Maritu í song við sær at liggja; Takk havi frúgvin Marita, hon vildi ei tað boð tiggja! 21. Hon gav seg í nunnukloystur við so góða trú, onga tíð á ævini livir hon sum nú.