У нас вы можете посмотреть бесплатно Red Boys - Vágsbygd, Mín Heimbygd (1960) или скачать в максимальном доступном качестве, видео которое было загружено на ютуб. Для загрузки выберите вариант из формы ниже:
Если кнопки скачивания не
загрузились
НАЖМИТЕ ЗДЕСЬ или обновите страницу
Если возникают проблемы со скачиванием видео, пожалуйста напишите в поддержку по адресу внизу
страницы.
Спасибо за использование сервиса ClipSaver.ru
Henda upptøka er eisini kend sum "Babberara". Orð og lag: Napoleon Mortensen Yrktur og lagsettur til eina kvøldsetu hjá Vágs Sjónleikarfelag í 1960. 1. Vágsbygd, mín heimbygd, so prúð her liggur tú! Gjógvaráfjallið, stint her stendur tú. Stóráir renna her, fjørðurin vakur er Vágseiðið okkum heiður ber. Niðurlag: Vágsbygd, mín heimbygd, teg elski nú eg, her vil eg hava mítt ból, til flagið til seinast teir leggja á meg og slóknað er lívgandi sól. 2. Her búgva garpar, sum sigla út á hav, koma heim við fongi, tá sólin fer í kav. Ofta var leiðin sein, hava verið uttan stein, koma í øllum góðum heim. 3. Her búgva kvinnur, ið vakrar eru at sjá, taka mangt takið, tá arbeiðið er at fá. Er tó altíð glað í sinn, tá ið hon aftur kemur inn. Kann henda við hvørt eitt sindur svinn. 4. Lít rundan um teg ein vakran summardag, tá sólin hon skínur á fjall og skúlalag. Vatnið so púra stilt, Rávan er heilt forgylt, sólin hevur Hvannadalin fylt. 5. Far vestur á Eiðið ein harðan vetrardag, tá stormurin ýlur eitt trølsligt tónalag. Íðan er brot í brot, brimið sum byrsuskot. Fer gjøgnum váta knarvakot. 6. Gakk tær eitt stilt kvøld út um bygdarmark, lít so á el-ljósið, sum skínur har so bjart; vøkur ein sjón tað er, vakrast í hesu verð, prýðilig bygdin øll nú er. 7. Legg teg at sova og droym teg burt í verð, vakrast av øllum heimbygd mín tó er. Vakrast er fyri meg, Vágsbygd, eg elski teg, annað má fara burt sín veg. Er nakar sum iðrast inná onkra upptøku (Eitt nú t.ld. upphavsrætt um "permu, mynd, upptøku", vánalig upptøku góðska ella skeivar upplýsingar), kunnu tit boða mær frá í boðklivanum, so skal eg fylgja ráðum tygara. Vh. Fø. Plátur