У нас вы можете посмотреть бесплатно NS04 2007 004 Eg eiti Kúgva или скачать в максимальном доступном качестве, видео которое было загружено на ютуб. Для загрузки выберите вариант из формы ниже:
Если кнопки скачивания не
загрузились
НАЖМИТЕ ЗДЕСЬ или обновите страницу
Если возникают проблемы со скачиванием видео, пожалуйста напишите в поддержку по адресу внизу
страницы.
Спасибо за использование сервиса ClipSaver.ru
Orð og løg: Kári Jacobsen Lagt til rættis og framleitt: Kári Jacobsen Upptikið og ljóðblandað í ArtPlanet Studio, Keypmannahavn 2007 Ljóðblandað: Dan Fauerholdt og Kári Upptikið: Kári. Masterað: Holger Lagerfeldt á Online Mastering. Tónleikarar: Arnfríð Lützen: Sangur, kór (lag 1, 2 og 4) Eyð Berghamar Jacobsen: Sangur, (lag 3 og 5), kór (lag 2, 3 og 5) Arnold Ludvig: Bass Daniel Davidsen: Gitar Kári Jacobsen: Tangentar, forritan, kór. Húsi: Sniðgevi og litlegging: Vasti Tekningar: Óli Petersen ----- 04 Eg eiti Kúgva. Silvi droymdi síðstu nátt ein dreym, sum mega løgin var. Droymdi, at lá í seingini, tá tað á vindeyga skravaði. Silvi kvikur upp á føtur sprakk, og hugdi út og hvakk. Veitst tú hvat, ið uttanfyri fleyg? Tað var ein kúgv, sum var ljósarreyð! Hon segði: “Eg eiti Kúgva, og eg dugi væl at flúgva. Eti laks uppá fransbreyð, tí eri eg ljósareyð” Kúgva segði frá, at hon var rýmd úr kalda búrinum í sirkusinum hjá óndu Óluvu Óð, sum var so kend og spældi góð. “Óluva Óð hon fangar djór sum meg, sum duga sermerkt ting. Hundar, sum á halan binda knút, og so eitt ross, sum bóltar rút”. “Eg eiti Kúgva, og eg dugi væl at flúgva. Eti laks uppá fransbreyð, tí eri eg ljósareyð” “Silvi, kann eg sleppa inn til tín at goyma meg í nátt?” Kúgva hugdi bønandi upp á hann, og svarið var: “Tað kanst tú gott!” Knappliga var hurðin ripað upp, og har stóð Óluva Óð. Silvi sá, at hon av øði spann, men so við eitt vaknaði hann! “Eg eiti Kúgva, og eg dugi væl at flúgva. Eti laks uppá fransbreyð, tí eri eg ljósareyð”