У нас вы можете посмотреть бесплатно Min fyrsta flamma - Tey av Kamarinum - 1963 или скачать в максимальном доступном качестве, видео которое было загружено на ютуб. Для загрузки выберите вариант из формы ниже:
Если кнопки скачивания не
загрузились
НАЖМИТЕ ЗДЕСЬ или обновите страницу
Если возникают проблемы со скачиванием видео, пожалуйста напишите в поддержку по адресу внизу
страницы.
Спасибо за использование сервиса ClipSaver.ru
Orð og lag: Jógvan Skaale Sangur og gittar: Eyðbjørn av Kamarinum Upprunaliga var ikki ætlanin, at "Mín fyrsta flamma" skuldi við á longdu plátuna, sum tey trý systkini av Kamarinum í Havn, Nicolina, Eyðbjørn og Ingolf, høvdu sett sær fyri at innspæla hetta kvøldið í 1963. Spælt var inn seint um kvøldið - og út á náttina, í útvarpshølunum á Bryggjubakka. Tey trý løgini, Ei meiria eg kenni longsul, Tá ið mánin fer yvir fjallið og Teir sigla um havið so víða, komu skjótt í kassan. Men fjórða lagið, ið ætlanin var at hava við á plátuna, fekst ikki at sita. Tað riggaði snøgt sagt ikki. Liðið var langt út á náttina og avrátt var, at annað lag skuldi takast upp ístaðin. Nicolina og Ingolf høvdu sungið trý tey fyrstu løgini inn, meðan Eyðbjørn spældi undir. Eyðbjørn var so settur at syngja og spæla lagið hjá Jógvani Skaale, Mín fyrsta flamma. Jógvan Skaale hevði spælt hetta lag nøkur ár frammanundan í Tónleikafelagnum, so Eyðbjørn kendi lagið. Tað kom skjótt í kassan. Eyðbjørn sang og spældi alt sjálvur. Stutta soloinnleiðiingin var fyrst innspæld sum fyrsta spor. Síðani sang og spældi Eyðbjørn restina av sanginum, í einum høggi, á tí næsta sporinum. Eyðbjørn spældi innleiðingina og fylgispælið á Hoyer- gittarina. Nevnast skal, at fjórða lagið, ið ikki fekst at sita í 1963, var seinni so sera kenda lagið "Mær leingist", ið fyrstani kom á plátu í 1984. Útgivið í 1963 á EP-pláta við 4 løgum: Ei meira eg kenni longsul, Mín fyrsta flamma, Tá ið mánin fer yvir fjallið og Teir sigla um havið so víða. Tøkningur: Marius Tummas Rein. Útgevari Hansemann Tórgarð Fleiri av innspælingunum hjá Teimum av Kamarinum, sum eru at hoyra í almenna rúminum, eru yvirspældar við ov skjótum snúningum. Vit hava sett ferðina niður, so tað svarar til rætta durin og klangin, ið lagið upprunaliga varð spælt í. Eisini er upptøkan reinsað eitt sindur. Tøkk til Djóna Andreassen fyri lán av plátu og kápu. Gittartalsetingar: Eyðbjørn av Kamarinum Skrivað grein, reinsað og lagt út: Ólavur Jakobsen Mín fyrsta flamma (útg. 1963) A Eg tonki uppá mína fyrstu flammu D A eg havi bílæt av henni í glas og rammu. E7 A Eg minnist tá eg fekk tað, tað er sum í gjár, B7 Hon stóð har við skeivum tonnum E7 og ópleygaðum hár A A7 D Ja, kálvakníggjað var hon tá E7 A Og sløtt sum eitt vaskibrett´ at líta á E7 A Men tað, tað tonkti eg ikki uppá A E7 A Nei tað, tað tonkti eg ikki uppá. Teir tankar teir vóru mær fjar´ Tí hon var alt og eitt hjá mær. Vit gingu hond í hond Og vit droymdu okkum burtur til fremmand lond Tað eru nú gingin fleiri ár Men eg minnist tað sum tað var í gjár Jú, minnini tey eru klár Tað gentuna við teim´ skeivu tenn´ Minnið um hana eg goymi enn Ja, altíð vit vóru saman Bæði í mótgang og í gaman Aldri eg vil hana gloyma Men altíð um hana droyma Ja, um hana droyma Eg sera væl ein dagin minnist Minnið í hjarta mínum finnist Eg segði: Mín blív! Og vit svóru hvørjum øðrum trúskap gjøgnum alt lív. Ja, bæði í viðgang og í neyð Men tað, tað kundi ei halda ::Tí hon var bert seks og eg var sjey::